Close

VATNREINSAN

SOFTUB VATNREINSAN

Við eini einfaldari vikuligari viðgerð ber til við Clearwater at njóta eitt luksus bað í einum krystallklárum vatni.
Úrslitið er eitt frískligt, krystallklárt vatn. Clearwater er umhvørvisvinarligt og ger tað møguligt at endurnýta vatnið í t.d. urtagarðinum. Innihald: Til umleið 6 mánaðir.

SOFTUB FILTUR (NÝTT MODEL)

Hetta filtrið er serliga sniðgivið til Softubs og hjálpir til við at halda vatnið heilt reint. Fyri at halda vatnið heilt reint, er best at skifta filtrið hvørt hálva ár.

SOFTUB FILTUR (GAMALT MODEL)


Hetta filtrið er serliga sniðgivið til Softubs og hjálpir til við at halda vatnið heilt reint. Fyri at halda vatnið heilt reint, er best at skifta filtrið hvørt hálva ár.

AQUACHEK TALGILDUR PH-MÁLARI

Við tí talgilda PH-málarinum frá AquaChek, kanst tú nú nýta tíðina at slappa av, ístaðin fyri at hugsa um PH-virðið í vatninum.
Tá ið tú dyppar ein av royndarstrimlunum, ið fylgja við, og leggur hann á tann talgilda “strimmul-avlesaran”, sæst møguliga ein litur, sum vísir, um vatnið er við at gera eina sýru ella ein lút. Eitt lityvirlit fylgir við, sum greiðir frá, hvat hvør litur merkir. Alt tekur bara nøkur fá sekund.

AquaChek kannar serliga fyri trý viðurskifti: PH-virðið, klorvirði og alkalitet.

AQUACHEK ROYNDARSTRIMMUL TIL TALGILDAN PH-MÁLARA

Royndarstrimmul til tann talgilda AquaChek PH-málaran.
PH-virði í vatninum ásetur litin.

ROYNDARSTRIMLAR

Hesir royndarstrimlar kanna klor, PH og alkalinitetin í vatninum. Úrslitini verða avlisin á baksíðuni á fløskuni, og hetta ger settið lætt at nýta.
Pakki við 50 royndarstrimlum.

TAB TWENTY KLOR TABLETTIR

SpaCare Tab Twenty eru 20 g klortablettir, sum spakuliga loysast upp í vatninum. Tær tryggja vatnreinføri í uttandura spa, gosbaðum og barnasvimjihyljum við einum vatninnihaldi frá 500-3000 l.

MINIKLOR

Klor Granulat er vælegnað at røkta vatnið í tínum Softub. Hetta er fyri einfalda sóttreinsan, og tað loysist skjótt upp í vatninum

SPA PH NIÐUR

Fyri at hava reint vatn, mæla vit til eitt PH virði á 7,2 – 7,8. Spa PH Minus er rætta loysnin fyri at fáa rætta PH-virði.

SPA PH UPP


Fyri at hava reint vatn, mæla vit til eitt PH virði á 7,2 – 7,8. Spa PH Plus hjálpir til  at fáa rætta PH-virði.

KLOR DISPENSER

Klor dispensari til best hóskandi skamt av klori.

SPACLEAN REINSITABLETT

Reinsitablett til djúpreinsan av øllum tínum spa og rørum innan.

FILTUR REINSARI

Reinsitablettir til djúpreinsan av tínum filtrum.

BANISAN CALCIT KÁLKLÆKKARI

Lækkar um kálkinnihaldið í vatninum.

SOFT-CLEAN

Til reingerð av tilfarinum innan.

SPA FOAM NIÐUR

Spa No Foam tekur burtur skúmið frá spavatni. Kosmetikk, sápa og oljur geva skúm. Tað einfalda íblandingarevnið av Spa No-Foam vil taka burtur alt tað óynskta skúmið frá vatnskorpuni.

SOFTUB CLEAN & CARE

Leingj um livitíðina á tínum Softub.
Tað eru tvær vørur í Softub Clean&Care: Softub Vinyl Cleaner, sum er til at vaska Softub-tilfarið uttan. Og Softub Vinyl Conditioner, sum er til at halda tilfarið uttan bleytt og smidligt.

DENWAX CLEAN RØKTAREVNI 300 ML

Í Denwax Clean eru 85% rein sápa, kokos og vatn. Denwax Clean er eitt
vælegnað reinsingarevni, sum reinsar væl, tó uttan at geva skeinur.
Svampurin, ið fylgir við, verður gjørdur ráligur. Síðani verður rørt í Denwax Clean til tað skúmar, og skúmið verður koyrt á tilfarið. Ert tú í iva, um Denwax Clean kann nýtast, kanst tú royna á einum ikki serliga sjónligum staði. Ansa tó eftir, um tað eru ljósir litir, tí Denwax Clean kann gott gera litirnar myrkari.

DENWAX CARE RØKTAREVNI 200 ML

Denwax Care er ein 100% donsk vøra, sum inniheldur kokusfeitt, ullafiti og bývoks. Denwax Care tornar vanliga áðrenn 2 minuttir, og eigur ikki at verða latið á í beinleiðis sólskini.
Denwax Care verjir og tettir móti vatni og saltrondum á tínum fótbúnaði. Ger eisini skósvertu og silikon óneyðugt.
Svampurin, ið fylgir við, verður latin í Denwax Care, og síðani latið á tilfarið. Ger eitt tunt lag. Eftirpolering er ikki neyðugt.
Ert tú í iva, um Denwax Clean kann nýtast, kanst tú royna á einum ikki serliga sjónligum staði. Ansa tó eftir, um tað eru ljósir litir, tí Denwax Clean kann gott gera litirnar myrkari.


DENWAX CLEAN røktarevni 200 ML

Í Denwax Clean eru 85% rein sápa, kokos og vatn. Denwax Clean er eitt
vælegnað reinsingarevni, sum reinsar væl, tó uttan at geva skeinur.
Svampurin, ið fylgir við, verður gjørdur ráligur. Síðani verður rørt í Denwax Clean til tað skúmar, og skúmið verður koyrt á tilfarið. Ert tú í iva, um Denwax Clean kann nýtast, kanst tú royna á einum ikki serliga sjónligum staði. Ansa tó eftir, um tað eru ljósir litir, tí Denwax Clean kann gott gera litirnar myrkari.

ALHEIMS REINSINGAR- OG AVFEITTINGAREVNI

Skúmandi reinsingarevni til natúrligar dálkingar.
Kann nýtast til setur, gólv, teppir, hurðar, bilar, súklur og nógv annað. 

REINSINGAR- OG AVFEITTINGAREVNI

Reinsingar- og avfeittingarevni til øll sløg av natúrligum skitti. HP Clean er eitt megnar alheimsreinsingarevni, sum gevur góð úrslit.
Kann nýtast bæði til súkklur, knallertir, bilar, bátar, tjøld og nógv annað.